Til toppin
Sanghefti til Eystanstevnuna 2020

1 Vælkomnir føroyingar

Orð: Jóannes Paturson.
Vælkomnir føroyingar her í vási,
eg meini, vit eru mergjaðir enn,
um mong ein hurð enn stendur í lási,
vit roynast tó enn menskir menn:
:,: Av látri ikki útskolaðir
enn eru vit ikki volaðir.:,:

Enn eru knotur í føroyskum kongum,
tað kennist við hvørt lógvatak,
enn eiga vit sess á summum rongum,
enn stíga vit fram um hurðabak.
:,: Enn torga broddi vit ímót,
enn livir gamalt føroyskt grót.:,:

Um gamal runnur á Føroya vølli
enn slitið hevur í túsund ár,
og illa trevsaður er av elli
og ber so stór og greflig sár,
:,: so er tó haldgóð enn hvør spong,
enn fara vit ikki undir kong.:,:

Kom sessist tí við gleim og gaman
um vertskapsborð á hesi ferð!
til skemtunnar enn vit hittast saman,
sum gamal landasiður er;
:,: væl unnast vit við kæti kátt,
tí eitrandi er sprekið gott.:,:

Og tá til hallar heim vit venda,
hvør heldur leið at síni vrá,
og henda veitslan er komin at enda,
lat gamlar sinir roynast svá.
:,: at verkum várum komandi
verður gleðilyndið fylgjandi.:,:

2 Tað er leygarkvøld í kvøld

Orð: Mina Reinert.  Lag: Jákup Thomsen
Tað er leygarkvøld í kvøld,
harmonikan spælir til dans,
komið øll, sum eru køld,
komið og fáið tykkum kjans.

Tak um miðjuna á henni,
sum tú valdi tær,
kom og syngið og flennið,
kom og dansa við mær.


Hoyr so kátir tónar út
gjøgnum vindeygað sær smoyggja nú.
Hvussu kanst tú kenna sút?
Kom og trín í dansin, tú.

Tak um miðjuna á henni….

Og tá myrkrið fjalir fold,
tak tá gentuna í hondina.
Tá so døggin legst á mold,
leiðast tit til strondina.

Tak um miðjuna á henni….

Legg á varrar hennar koss,
strúk so blítt og eymt um purlurnar,
burt er alt, sum fyrr var knoss
og burtur allar kurlurnar.

Tak um miðjuna á henni….

Eydnulandið tykkar er
har í fjálgu skýming sera blítt,
tað sum síðan hendi har,
er í tínum huga frítt.

Tak um miðjuna á henni….

3 Dýrd á vík og vág

Orð: Jens Dam Jacobsen  Lag: Gunnar Mikkelsen
Dýrd á vík og vág.
Rúmdin føgurblá.
Snjóhvítt summardáalak um eingir.
Grasið leiftrar frítt.
Lotið kennist lýtt.
Mýrisnípan spennir sínar veingir.

Rodna rók og røð.
Búnast blómubløð.
Smálomb spæla sær á grønum slætta.
Ornar urðargrót.
Haran fim og fljót
spelar sum eitt fok á reyni bratta.

Unglingar og sprund
virka nú við skund:
Hann við líggja, hon við síni rívu.
Hennar brá og bros –
hansar’ skemt og tos –
ber bert boð um tvey, ið líkar lívið.

Fagra, fjálga stund!
Silvitni um sund.
Fróir flúgva fuglar millum fjalla.
Teirra káta mál
berst um vall og vál.
Gævi dagur aldri fór at halla.

4 Vit hoyrdu várið kalla

Orð: Karstin Hoydal
Vit hoyrdu várið kalla og viltust bæði burtur
úr bygd og mannaeygum eitt lognarkvøld í mai
og gingu tætt tilsamans ígjøgnum grønar dalir
og eftir brúnum høvdum so langt so langt av leið.

So rúsandi ein rørsla í øllum heimsins lutum
í luft og mold og vatni og mannasálum rann,
tað var sum túsund nálir við mjúkum silkibløðum
í okkar blóði spruttu við villum vakstrarlag.

Á vegnum lomb og blómur og brostin egg í reiðri,
tað leikaði og livdi á vølli og í mold.
Við ungum, spentum sonsum vit numu vársins undur,
hvørt bragd av lívi boðan um lukku og um ást.

Tú ikki meir enn átjan von sum eitt fagurt landslag
so mjúkar likamslægdir og bróst so túgvurund,
títt hár sum gras í bjørgum ið floymir út av torvu,
og hold av hálsi tínum av mold og vætu reyk.

Og varrar tínar trýstar ímóti hálsi mínum
tær kendu blóðið spæla títt heita hjartaslag,
tá gjørdust hendur mínar sum leysar av sær sjálvum
og leitaðu í blindum at søtum loyndum fram.

So runnu sálir saman, í bráðum leiki brustu
og róku út í rúmið inniliga í eind
sum sirm og summarlýkka og tungur blómuangi
ein flóð úr teirri keldu sum lívið streymar úr.

5 Sildavalsurin

Skútur brátt stevna av firði út,
ta norðhavssild at fanga.
Skiparin rópar um stýrhúsrút:
”Hey! Latið springið ganga!”
Koyrir so á motorin,
snotilig skútan er vorðin.
Setur so kós í ein landnyrðing,
loggið bert snurrar ein sólarring.
Skiparin sjógvin gradar,
brúkar sekstant og radar.
”Gerið nú greitt bæði trossar og gørn,
tí nú setast skal! ”

Setan var góð, væl teir fingu í
á fimtan favna dýpi.
Gørnini fimti teir settu út,
við tunnum verður knípið.
Avhøvda flestu og gelda,
aðrir teir salta og skelda.
Kokkurin gamli tó glaður er,
” komið nú allir og skaffið her,
borðiskin havi eg djúpan,
kom fá tykkum sildasúpan,
hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp,
sum nú kropin er! ”

Sigla so inn aftur leygarkvøld,
teir glaðir munnu sjunga.
Harmonikan áður so deyð sum sild,
man út í dansin runga.
Ruski og polski har snurra,
norðmenn og sviar sum murra.
Har er bert ruðul og eingin kós,
stúgvandi fult eins og sild í dós.
Har eru sildaknassar,
umframt teir sildabassar,
sum gørn teirra seta og fanga sær sprund
nú eitt leygarkvøld.

6 Einki er sum summarkvøld

Orð: Christian Matras  Lag: H.J. Højgaard.
Einki er sum summarkvøld við strendur.
Hvítar lýsa gjar- og flidna-rendur.
Standa menn á nesjum og á tongum.
Bátur rør við áratøkum longum.

Veksur flóð, og neyvan tú tað grunar.
Eiðasørt á nøkrum flúri runar.
Syftast fagrir fiskar fram við strendur,
meðan dagur leggur saman hendur.

Hýkur dimmið mjúkt um hellulandið.
Kámast agnið, her eg sjálvur standi.
Áraknarr og syftan millum flesja.
Hómast valla land ímillum nesja.

Fram við landið eftir taragrunni
hava blankar beitur støðugt runnið.
Sleiskast alt hjá monnunum á tanga.
Ein og ein teir heim til húsa ganga.

7 Wild rover

I've been the wild rover for many a year
I've spent all my money on whisky and beer.
But now I'm returning with gold in restore.
And never I'll play the wild rover no more.

And it's no, nay, never
no, nay, never no more.
Will I play the wild rover
no never no more.

I went to a shanty I used to frequent.
I told the landlady my money was spent.
I asked her for credit, she answered me "Nay".
Saying: "Customers like you I can get anyday".
And it's...

I drew from my pocket ten sovereigns bright.
The landlady's eyes opened wide with delight.
Saying: "I have the whisky and wine of the best
and the words that I told you were only injest".
And it's...

I'll go home to my parents, tell them what I've done,
and hope they will pardon their prodigal son.
And if they will do, as so often before,
never I'll play the wild rover no more.
And it's...

8 Sára

Sára eitur genta mín,
hon er av Selatrað.
Hon tænir nú í Tjørnuvík
og er í góðum lag.
Hjá Peri Uppi Suðuri,
hon passar høsn og neyt,
og so dugir hon so sera væl
at kóka mjólkagreyt.
:: Oh, Sára, oh, Sára, oh, Sára mín
hon er av Selatrað ::

Sára seymar blóðmørsindur
- eltur garnatálg.
Hon er so von og tekkilig,
og so er hon so fjálg.
Hon bindur troyggjur, vøttir mær
og lappar hvørja spjørr,
og fyri tað eg gevi henni
lítlan koss á vørr.
:: Oh, Sára……

Vit hittust í plantasjuni,
tað var eitt leygarkvøld.
Oh, Sára, Sára, Sára mín,
oh, sum tú tá var køld.
Mánin skein á sund og fjørð
og gylti frystu ong,
og tá ið eg so kroysti teg,
tá brakaði hvør spong.
:: Oh, Sára……

Tá aftur eg til heystar komi,
Sára, Sára mín,
tá skalt tú verða brúðarklødd,
so vøkur og so fín.
Hjá Peri Uppi Suðuri,
vit gifta okkum inn,
tann fyrsti "sprellibassin",
hann skal eita Finn!
:: Oh, Sára……

9 Leygarkvøld í Havn

Sildarok í Singapore, rukkulív í London town
einki samanberast kann við leygarkvøld í Havn.
Lat teg í tín besta jakka og tín bummulls-vest
nú skulu vit í býin, nú skal tað vera fest.

Gloym bert tínar hjartasorgir og títt undirbit,
vit skulu mála býin reyðan - Havnin skifta lit,
busta allar tínar tenn og cowboy-styvlarnar,
so skalt tú síggja millum menn, tær eingin kemur nær.

Kom við mær á Káta hornið, kvøldar-krákuting,
náttin gongur móti morgni, reypa, dansa, syng,
gongulag í gongugøtu mangan tykist tungt,
tó eftir hesa megnarløtu, vit halda lagið ungt.

Sildarok í Singapore, rukkulív í London town
einki samanberast kann við leygarkvøld í Havn.
Lat teg í tín besta jakka og tín bummulls-vest
nú skulu vit í býin, nú skal tað vera fest.

10 Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt

Orð: Christian Matras  Lag: Auld lang syne
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og gamalt vinalag,
hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
og mangan góðan dag.

Fyri mangan góðan dag, ið var,
drekk nú eitt glas við mær,
vit tøma eina vinaskál
og minnast tíð, ið var.

Vit runnu upp í brekkurnar,
har blomstur vaks og ber,
men síðan var mangt sporið tungt
í tíð, sum farin er.

Vit spældu allan dag við skip
og floyttu eftir á,
men leingi vítt og vágvilt hav
ímillum okkum lá.

Her rætti eg tær bróðurhond,
og rætt tú tína mær,
vit bera glas at munni so
og minnast tíð, ið var.

Tú koksast ikki vinur mín,
og eg skal fylgja tær,
vit tøma báðir brøðraskál
og minnast tíð, ið var.

11 Úr øllum ættum koma vindar

Orð: Rasmus Effersøe  Lag: Till østerland vill jag fara
Úr øllum ættum koma vindar,
tá ættin ein mær dámar best,
hon fór ímillum fjallatindar,
har sum eg havi vinfólk flest.

Kom, sveima mjúki vestanvindur,
út yvir akrar gjøgnum skógv!
Tú svalir hjarta mítt eitt sindur,
tú minnir meg á bláan sjógv.

Tú bert mær heilsu yvir bylgju
úr Føroyum og frá fólki har;
góð ynski hevur tú í fylgi
frá teimum, sum væl unna mær.

Lat vesturætt ta skjútsond vera,
sum altíð meg kann minna á,
at Føroyum eg ei skomm skal gera,
men tær í æru halda má.

12 Eitt sunnukvøld í plantasjuni

Orð og lag: Birni Dam
Eitt sunnukvøld í plantaguni
har sit tvey lið um lið
ein genta og ein drongur
nei nú orki eg ikki longur
eg aftan fyri tey lá
eitt sunnukvøld í plantaguni.

Tey  tosa um stjørnur og mána
sita eina løtu og gána
men so loypa tey upp við ein kvøkk
tað var nakað sum gjørdi tey kløkk
hetta aftanfyri tey kom
eitt sunnukvøld í plantaguni.

Oh góða oh  góða
kom og set teg her hjá mær
oh góða oh góða kom
nú meðan slett ongin sær
her er so góður friður
so at tú kanst seta teg niður
:: her er so gott og so hugnaligt
tí tú ert mær so fitt so fitt ::

Eg fjaldur undir greinunum lá
fyri tey meg ei skuldu sjá
men so kom eg til at bróta eina grein
so tað runt um plantaguna hvein
tað var hetta sum gjørdi tey kløkk
eitt sunnukvøld í plantaguni.

13 Rasmus

Orð og lag: Birni Dam og Simme
Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum,
hann eigur sær bæði hestar og neyt,
so hevur hann kjallin niðri í fjøru,
saltfisk og speril um á hjá honum fleyt.

Oh Rasmus, oh Rasmus, hann følir seg so eina,
Hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina.
Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur,
slaturin gongur, hann tímir ikki longur.
Aaaaaaaaa......

Nú má eg mær finna eina fitta gentu,
hevði eg torað at ligið framvið.
Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu,
men kanska hon ikki er heilt ómøgulig.

Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur,
slaturin gongur, hann tímir ikki longur.
Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur.
Vinirnir arga hann, so hann er oftani til slatur.
Aaaaaaaaa....

Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin
yvir á nesið og norður um á.
At fríggja hann ætlaði reyður og smæðin.
Spurdi Rasminu, á knøunum hann lá."

Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina.
Vilt tú um meg fjálga, mín lívsins kamina?"
"Ja elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggja,
í tríati ár havi eg nú vænta teg at fríggja."
Aaaaaaaaaaaa...

14 Eros

Orð og lag: Terji Rasmussen og Steintór Rasmussen
Vilt tú ikki sita her
eina løtu nú hjá mær
:,: so eg kann kína og kyssa teg
og vera tær so nær. :,:

Nú býurin skjótt sova skal
og myrkrið biður góða nátt
:,: legg teg bara her so væl
fevn og kroyst mín kropp. :,:

Vit gloyma dagsins strev
í morgin er aftur frídagur
og Eros so loyndarfullur lær
bara hann okkum sær.

Nú sólin sendur geislar inn
í eina lítla lon so veik
:,: har liggja tvey saman balla skinn
eftir ástarleik :,:

Um vit gloyma dagsins stríð
geva hvørjum øðrum tíð
kann Eros ikki halda frí
tað leggur hann einki í.

Tú mást ei fara heim í kvøld
verð nú her hjá mær, hjá mær
:,: so eg kann merkja tín mjúka kropp
heilt nær at mær. :,:

15 Kalli katt

Orð: Kári Petersen  Lag: Niels HausgaardGongur tú ein keitúr í millum trý og fimm
Konteynarar øl og brennivín og timbur skipast inn
so sært tú gamla Kalla Katt húka á sín stav
skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag

Tá gerst hann aftur ungur, sum lossaði hann har
fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar
meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
men tað var aldri fólk sum Kalli ið sóðu vinningin

Hann minnist mangan kaffimunn og mangan lítlan dramm í regni millum konteynararnar, vinirnir og hann
meðan skip tey stevndu út og onnu stevndu inn
men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin

Høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt
heilsa tær og konuni, men aldri Kalla Katt
tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn - tá
onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina

Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt
og so var ongin tímalønin meir hjá Kalla Katt
tað er fjálgt at pensionerast av at gerast sekstifimm men beiskt at missa farmin tí at árar leggjast inn

Kalli gníggjar eyguni og starir út á hav um skamma stund so skal hann sjálvur sína ferð av stað summar skútur stevna líka inn í himmalin
og Kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin

16 En sjøman har sin ene gang

En sjøman älskar havets våg,
ja vågornas brus;
når stormen skakar mast och tåg,
hør stormarnas sus !-
:: Farvel, - farvel, førtjusande mø!
Vi komma väl snart igen. - ::

Jag avsked tar av vennen kär,
vid vågornas brus. –
Den hulda då mig trohet svär,
i stormarnas sus!

Hon trycker då så ømt min hand
vid vågornas brus.
Då känns det tungt att gå från land
till stormarnas sus.

Hon viskar ømt och ljuvt mitt namn
vid vågornas brus:
”Kom snart tilbaka i min famn
från stormarnas sus ”

Min trogna flickas varma kyss,
hør vågornas brus,
før sista gången fick jag nyss,
hør stormarnas sus.

17 Eg siti so eina

Orð og lag: Hallgrím Miðberg
Eg siti so eina við bálið í kvøld
og hugsi um teg mín elskaða,
nú sólin fer niður, og náttin gerst køld,
og stjørnurnar glitra himli á,

Eg reið mær avstað til Texas bý,
yvir prerians fløtur, fjøll og líð,
eg reið mær henda langa veg,
tí eg skuldi hitta teg,
mín hestur, mín saðil og eg.

Og nú vit aftur sita saman her,
við longsli eg takið teg í favn,
aftaná hesa longu vandamiklu ferð,
eg teski tít elskaða navn.

Eg reið mær avstað til Texas bý,
yvir prerians fløtur, fjøll og líð,
eg reið mær henda langa veg,
tí eg skuldi hitta teg,
mín hestur, mín saðil og eg.

18 Vandringsmen

Oss kan du møte på all verdens veier,
vår fot har trått på alle markens muld.
Den bylt vi bær på, det er alt vi eier,
men vi har stjerneglimt og månegull.

Vi har en drøm, en verden bak om pannen,
så langt den rækker er den evig vår.
Ja, vi har sjø og vi har gyldne lande,
med nye eventyr hvor hen vi går.

Når sol går ned og det bliver skumringstider,
vil bekken nynne oss en melodi.
For vi er vandringsmenn i verden vide
og ingen gledestund går oss forbi.

Vi tar imot og gir med åpne hender,
så glad som vi er ingen mann på jord.
Som vi, når natten sine stjerner tender
og lar dem lyse i en vandrers spor.

19 Í góðum veðri hann dyrgdi…

Orð: Hans Andrias Djurhuus. Lag: Han hadde seglat før
Í góðum veðri hann dyrgdi
heilt uppi við Eystfalssker;
og heima sat mamman og syrgdi,
so boysin tann pilturin er.
Men seinni hann fór út at trola
og legði so langt út á hav,
har stórir sjógvar teir skola
og snýsa so mangt omanav.

Í Skotlandi seldu teir fiskin,
har fekk hann ein góðan vin,
hon stóð har og flenti við diskin
har suðri í Aberdeen.
Tá átti hann peningar nógvar,
og hartil var lyndið lætt,
og henni so keypti hann skógvar
og hartil ein reyðan hatt.

Men brátt mundi gentan hann narra,
tað tók honum dygt og tætt.
Á havinum ryturnar karra
og flúgva úr ætt í ætt.
Tá var tað, hann skifti hýru
at slíta tey trongu bond
og sigldi við Óla á Mýru
heilt suður í onnur lond.

So var tað ein dagin, teir lógu
við brúnna í Singapore,
eina føroyska skútu teir sóu,
og skiparin kom um borð.
Tá stóð hann og longdist og syrgdi,
so lítil var vorðin verð.
Hann mintist til dreingin, sum dyrgdi
har uppi við Eystfalssker.

Har frammi teir gjørdu eitt gildi,
og har fór mangt glasið í sor;
men tá ið teir heim aftur hildu,
var drongurin við umborð.
Teir bógvaðu gjøgnum monsunin,
og ofta var ódnin hørð;
men altíð so áttu teir munin
og komu á Skálafjørð.

So róði hann sær til Havnar,
og mamman fekk silkistakk.
Ja, so gera slíkir stavnar,
sum sigla og liggja bakk.
Hann húsini bræddi og girdi,
so vøkur tann lonin er.—
Í góðum veðri hann dyrgdi
har uppi við Eystfalssker.

20 Fagra blóma

Orð:Poul F. Joensen  

Fagra blóma, tú sum prýðir
fjallatindar, berg og skørð,
bø og ong og grønar líðir,
hvat er fagrari á jørð?
Eina blómu tó eg kenni,
fagrast hon av øllum er,
sjálvt ei rósan líkist henni:
tað er hon, eg valdi mær.

Blómur spretta móti várið
følna, tá ið heystið er.
Mín hon blóma man alt árið,
um so kalt og kavi er.
Einaferð hon bert kann blóma,
følnar hon, eg følni við.
Fylgja skal eg blómu míni
til tann síðsta hvíldarfrið

21 Gomul minnir

Orð: Jens Eli Ellefsen.  Lag: Nidelven
Sum eg her siti við veitslunnar borð,
Tankarnir víða sveima,
Minnini berast í suður og norð,
Dvølja við smáttuna heima.
Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð,
Syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg.
Niðri á støðni, um klettin tað dróg.
Nú er alt bara minnir.

Minnast tit friðin um bygdina lá,
øll høvdu tíð at liva,
skemtandi menn undir hjallum tú sá,
tímatabell var ei skrivað.
Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð,
syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg.
Niðri á støðni, um klettin tað dróg.
Nú er alt bara minnir.

Eg minnist hanan á morgni, hann gól,
húskið hann alt fekk at vaka.
Fiskafløgg veitra í rísandi sól,
rívir á trøðni raka.
Í torvi á Kvíðandal kyndu vit bál,
drukku roykte, vit burdu sagt skál,
svumu í ánni, ja, pápi svam við.
Rík eru gomul minnir.

Og tá so dangurnar riggaðu til
garpar á suðurland sigldu.
Nýbarkað seglini settu teir til
stýrdu á bárunum villu.
Menn heima har sótu tey kona og børn,
lýddu á havið í stormi og ódn,
longdust til heystar, tá sluppin kom heim.
Nú er alt bara minnir

Í urðini sóu vit húkandi menn
lótu sín afførning fara,
Harvunnar kjálkar, og fastbitnar tenn,
kendu til útnyrðing harðan,
teir royttu ein neva av sýrum og gras,
turkaðu endan, tað var einki fjas,
tíðin var tíðin, sjálvt lívið var alt.
Nú er tað bara minnir.

Víst vóru løtur við álvara í,
”Gráa” til tarvs mátti fara,
spulað um halan, og eg spurdi hví,
fekk tá um storkin at læra.
Tá sólin á kvøldi sakk logandi reyð,
syngjandi fuglur um reiður sítt fleyg.
Niðri á støðni um klettin tað dró.
Nú er alt bara minnir.

22 Kom og dansa

Orð: Chr. Holm-Isaksen   Lag: Franz Lehar
Kom og dansa, hjartanskæri skattur mín!
Hoyr, fiólin káta kvøður hásong tín!
Kvøður kátt um elskhug og um søtan gleim;
lat hann bera okkum burt í annan heim!

Kom og dansa, kæra, legg teg í mín arm!
Lívgandi er hvíldin við tín mjúka barm.
Lítla hjartað titar eymligt móti mær,
sum ein bangin dúgva sárt við veingjum slær.

Fagra høvdið hvílir móti bringu blítt,
fugalungin kennir reiðrið fjálgt og lýtt.
Skálkasøta brosið leikar vørrum á,
spyr, um ikki skjótt tær munnu kossin fá.

Eygu møtast – burt er horvið alt, sum er;
eina sveima vit í eini dreymaverð.
Søtt sum blóman angar, mjúkt sum aldan slær
streymar heitt títt unga yndi móti mær.

Alt er skýmligt, eina dansa tú og eg;
smáar varrar teska eymt: ”Eg elski teg!”
Ørur eg tær kyssi – streingir tagna brátt.
Svunnin er ein fríð og føgur dreymanátt.

23 Eins og áarstreymur rennur

Orð: M.S. Viðstein  Lag: Vi er børn af sol og sommer
Eins og áarstreymur rennur
vallar'hugurin hjá mær,
og í barmi mínum brennur
longsil út um bygdargarð.
Eg vil skoða villar víddir,
eg vil njóta sól og vind!
Fagurt hagin nú er skrýddur,
lætt fer lot um fjallatind.

Felagar, tit pjøkan takið,
kom í hagan burt við mær,
vendið bygdini so bakið
móti okkum sólin lær.
Hoyrið fuglaljóð í haga,
síggjið seyðafylgi mong,
dýr og menniskju seg gleða:
Trív tí í ein vallarasong!

Tá íð eftir dagsins hita
kaldligt lot um víddir fer,
snípan letur okkum vita,
at tað hvíldarstund nú er,
og tá fara vit í tjaldið,
og vit sova sælan blund,
inntil náttin missir valdið
á tí snimmu morgunstund.

24 Nánd

Orð: Th. M. Smith týddi  Lag: De nære ting
So rótleyst er sinnið títt, altíð á ferð
tað tykist sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarðskotin lond
enn síggja tað vakra, sum er í nánd?

Tær tykir at lívið er keðiligt – grátt,
hvønn er tað tú saknar – hví falla í fátt?
Tá aldri tú unnir tær hvíld ella frið,
fæst onki at grógva við tína lið.

Far innar í stovuna, um hon er trong
og lurta – hon syngur ein stillan song;
hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í
har vantar bert tað – at tú varnast tí.

Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur hon finst ei í heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært.

25 Kalle Petersen

Det var sent en kvæld på byens gamle kro,
jeg sad helt alene ved et bord for to,
men da rejste sig en mand fra det store, mørke fjeld: Kalle Petersen vil synge om sig selv.

Jeg var i min grønne ungdoms tjuge år,
hun var trettisju med langt og krøllet hår,
jeg var ung og uerfaren, jeg var trofast i mit sind, hun var falsk, hun var som høstens kolde vind.Og jeg mindes under vårens blomsterdrys,
jeg af Josefina fik det først kys;
men jeg mindes jo desværre første vinterkvælden, som Josefina første gangen ikke kom.

Siden dengang  er det hændt så mangen gang,
jeg stod udenfor og ventede dagen lang,
og hver gang jeg stod og jævled, loved hun at være tro; det er sidste gang, jeg la’r mig selv forsmå.

Men i dag så synger jeg af hjertet frøjd,
jeg har ingen brud, men jeg er vel fornøjd,
ingen spør mig når jeg kommer, ingen gråter når jeg går, jeg er ugift, uforlovet, her jeg står.

26 So vakrar moyggjar

Orð: R. C. Effersøe  Lag: Å køra vatten, å køra ve’
So vakrar moyggjar og knappar menn,
sum kunna teirra gerning gera,
væl finna kanst tú í Føroyum enn,
tí er her gaman at vera.
Um vetrarkvøld við grúgvu samlast øll
at siga søgur bæði um menn og trøll;
stuttligt er har,
tað tykist mær,
ið hvat so aðrir teir halda.

At reka seyð, tað so stuttligt er,
at kasta nót og halda snøri;
hvør lítil drongur so glaður fer
at stinga fliður í fjøru;
og tá ið piltur fer at fiska síl,
í fikku fær hann sær ein góðan drýl,
niðan í dal
hann fara skal
at fáa agn fyri flundru.

Í øðrum londum teir gera mat,
sum rætt og slætt kann kallast evja;
"týskar klumpar" og "franska sós"
og mangt og hvat tey saman vevja.
Eg skerpikjøt og rikling vraki ei,
gev mær bara tvøst og spik og seið;
gásin væl gødd
og seyðarhøvd,
tað er tann kostur sum mær dámar.

27 Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið

Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið,
tey dýrastu minni mær berast í sjón
um dagar so fagrar við ljósi og smíli,
sum einans teir finnast á barndómsins lón.

Har lærdi meg móðir at fjálga og æra,
tann blett, har eg ljósið av fyrstantíð sá,
har rættsinn´ og mildi var barndómsins læra,
har lærdi eg alt, sum mítt lív byggir á.

Hvar enn eg man fjakka, so leitar hann hagar,
Mín hugur, har sorgleysur dagur mín rann.
Ei nakað kann metast við barndómsins dagar.
Bert minnini liva um skeiðið, ið svann.

Eg elski tann blettin, sum veitti mær skýli,
landnyrðingsfroðan um lonina lá.
Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið
men tað skilir tú valla, hví tað er svá.

28 Nu er det for sent min ven

Jeg trode på løfter, du loved engang
om lyklige dager med dans og med sang
da var jeg så føjlig, nu er jeg ubøjlig
skyll ikke på mig, for det var du som sa nei.

Nu er det for sent min ven
at gøre det godt igen
skyll ikke på mig
det var du som sa nei

Da hade hjøpt ringe, til dig og til mig
og lykkelige dager jeg vented med dig
men om vor forening, forandred du mening
skyll ikke på mig, for det var du som sa nei.

Nu er det for sent………….

Hvad hjelper at gråte, og angre det nå
jeg vet nok en måte, at glemme dig på
jeg går ut med andre, og danser med andre
jeg blåser i dig, for det var du som sa nei.

Nu er det for sent……….

29 Molly Malone

In Dublins's fair city,
where girls are so pretty,
I first set my eyes on sweet Molly Malone,
as she wheel'd her whellbarrow,
through streets broad and narrow,
crying Cockles and mussels! alive, alive oh!
Alive, alive oh! - Alive, alive oh! -
crying Cockles and mussels! alive, alive oh!

She was a fishmonger,
but sure 'twas no wonder,
for so were her father and mother before;
and they each wheel'd their barrow
through streets broad and narrow.
crying Cockles and mussels! alive, alive oh!
Alive, alive oh! - Alive, alive oh! -
crying Cockles and mussels, alive, alive oh!

She died of a fever,
and no one could save her,
and that was the end of sweet Molly Malone;
her ghost wheels her barrow
through streets broad and narrow.
crying Cockles and mussels! alive, alive oh!
Alive, alive oh! - Alive, alive oh! -
crying Cockles and mussels, alive, alive oh!

30 Per fór til Havnar

Per fór til Havnar at keypa sær vøttir,
svintu og annað sum krevst til ein túr.
Fór inn á gólvið hjá sínari dóttir
legði seg niður og fekk sær ein lúr.
Vek meg aftur, tá útvarpið kemur.
Sjálvandi faðirsins vilja hon fremur.
Qtvarpið kemur og sigur so tað
"Um átta minuttir fer Másin avstað".

Skóleysur Per upp av sofuni flýgur,
spyr hvussu ólukkan hetta ber til.
Bannar eitt sindur, men skilir umsíðir,
Strandferðslan sjálvandi ger sum hon vil.
Ferðaætlan skal eitast at vera.
Harragud veit hvussu teir mingilera.
Har er tó einki at gera við tað.
"Um átta minuttir fer Másin avstað".

Ikki so lættur á beinunum longur
skundar sær kortini alt tað hann kann.
Tungan so langt út úr munninum hongur,
børnini ræðast tann ókunnumann.
Eingin bilur og tungt er at bera,
mong vóru ørindi eftir at gera.
har er tó einki at gera við tað
"Um átta minuttir fer Másin avstað".

Tvey eru komin til Havnar at vígast,
borðreitt tey hava á Sandi til fest,
tí kann so illa við vígsluni bíðast,
presturin skrumblar tey saman sum best.
Av tí tey óttast, at Másin skal fara,
eydnast bert øðrum sítt jaorð at svara.
Har er tó einki at gera við tað
"Um átta minuttir fer Másin avstað".

Demmus hann skvamblar í bastovuni síni
vaskar sær ryggin, sum helst treingir til,
hoyrir so útvarpið, óreint í trýnið
finnur nóg illa á klæðunum skil,
svartur skógvur og brúnur tann eini,
skøðir seg kvikkliga, skeivt uppá beinið.
Har er tó einki at gera við tað
"Um átta minuttir fer Másin avstað".

Sjáldsom er gongan, um skerstokkin dettur,
tungt er at renna mót tíðini kapp.
Illur er onkur, ið kanska lá eftir,
glaður er hann, ið við skipinum slapp.
Onkur lovar at fara til fútan,
annar at geva Jóhann upp á snútan.
Har er tó einki at gera við tað,
"Um átta minuttir fer Másin avstað".

31 Tú dregur meg sum ein magnetur

Tú dregur meg, sum ein magnetur,
Ein sól millum stjørnur ert tú,
Hin vænasta væna av øllum
Do dúnmjúk og lokkandi prúð.

Sjálvt sólin á hásummardegi
Er mær bert sum skuggin av tær,
Tú eygagóð ert sum Gudsmóðir,
Og, gævi, tú ognaðist mær.

So leikandi lætt er títt lyndi,
Tín rødd sum eitt tónalag er,
Við kærleikans æviga kvæði,
Sum fevneir alt: rúmd, lív og verð!

Øll alskhugshormon og amøbur
Og hvør eitt atom er í mær,
Sum bróstabarn at síni móður
Meg máttstjolnan draga at tær.

O, unna mær Harri ta sælu
Sum hennara favni í býr,
Gev sess mín í himni til okkurt
Ásthungrandi vanlukkudýr.

Tí elskaða kundi eg kyst teg,
Tín barm og títt dúnmjúka hold,
Í villasta ásaleika fevnt teg
Var himnadýrd mín á fold!

32 Villar Víddir

Orð: Kári Petersen · Lag: Ulf Lundell
Leið meg út á villar víddir, har lívið leika skal.
Frælsi fær eitt innihald og vónin gerst eitt val. 
Ja, heilt út, har vindar venda og orka broytir skap,
 Einstein møtir Marx og Freud og Rolling Stones afturat.
Har blandar tú títt blómubryggj uttan timburmenn ella fólkaskomm, 
tí avdottin er Bakkus brátt av Kánabrúdleypsromm,
 kom við út á villar víddir, uttan haft ella tíðartonn.



Sigl meg út, har sjógvar slættast av skynseminnar vernd,
hvør ein misgerð rættast í somu løtu, hon er nevnd.
 Vilt tú syngja millum vinir, mást tú ganga út úr takt,
tí tín leiðari gerst linur, tá tín samvitska fær makt.
 Eygu møtast undrandi, tú bert meg burtur blundandi,
øsast upp heilt óttaleys í nirvana out of time.
 Blaka meg so, har bylgjur brótast, oman bakka, út um heim.



Eg vil síggja syndir slaktast og teg sveima upp av ný,
 tí har insta vónin aktast, hon vegur vápnagný.
 Eg vil daga duldar dreymar og loysa lygnarhaft,
vita nær ja er ja og nei er nei, tá ivin heldur kjaft,
 og lívið er eitt puslispæl, sum aldri liggur, sum tað skal,
sum eitt sprell í kosmos tú og eg, á Edensgarðarveg.
Vælkomin út á villar víddir, her skal eingin spara seg.

33 Seinasta vakt

Alt hann átti á fold var ein koyggja,
 og hann kendi seg heima umborð,
 hann var gamal og lá til at doyggja, 
men hann teskar tó enn hesi orð.

Leið meg einaferð enn út á dekkið,
lat meg ganga ta seinastu vakt. Lat meg stýra tað seinasta strekkið,
 áðrenn skipið til kei hevur lagt.

Hetta far varð mítt heim gjøgnum lívið,
og tað bar meg í suður og norð, 
nú til hvíldar eg ruraður blívi
mína seinastu frívakt umborð.

Tá mín dekksvakt er komin at enda
og mítt tørn til at stýra er av, 
vil eg ongantíð heim aftur venda
til tað stóra og brúsandi hav.

34 Kaga upp í himmalin


Sært tú fuglin har
Frælsur vil hann flúgva
Mong túsund míl frá tær
Hann breiðir sínar veingir út
Veittrar tær farvæl
Tá ferðin er at enda
Tú aftur fuglin sær
Tá er hann komin heim Til Føroyar

Á køldum opnum havi
Spjaddar liggja tit
Grønar vakrar oyggjar
Hetta landið eiga vit
Tú dregur, tú argar
Tað er títt sinnalag
Títt freka blíða lyndi
Sjarmerandi er tað
Soleiðis kenna vit teg Føroyar

Flúgva fagrir fuglar
Byggja reiður her
Og fiskur býr í sjónum
So langt sum eygað ber
At vitja fjallatindar
Mangur gleðir seg
Og sprýkja goymdar keldur
Um vit bora ígjøgnum teg
Og verða vit ríkari tá Føroyar
Og hvør verður ríkari tá Føroyar   

Hvat heldur tú um okkum
Vit rópa okkum tjóð
Á flaggdegi um várarnar
Tá tjøldur setast móð
Hvar eru tey, sum lovaðu
At lekja tíni sár
Sum misprýða og vannvirða
Ár eftir ár eftir ár eftir ár
Hvat heldur tú um føroyingar Føroyar?

Við gittara og sangi
Eg spæli nú mítt lag
Sum um Føroyar var mín móðir
Og bað meg skriva tað
So eiggilig og gomul
Hon teskar: “barnið mítt,
Eg vildi at mítt ríkidømi
So væl varð býtt
Ímillum tey sum búgva her í Føroyum
Ímillum tey sum búgva her í Føroyum
So javnt millum føroyingar, Føroyar”